94. Rasisma, grind, brennivín og Copenhell

Frímælt - En podcast av Frihedsbrevet Føroyar - Fredagar

Hesin parturin av Frímælt fer í allar ættir. Vit hoyra eina sterka og týdningarmikla søgu um rasismu í Føroyum, vit venda einum grindadrápi, sum var meðan kongshjúnini vitjaðu, vit drekka ein italskan dramm og tosa um Copenhell, vit venda stjørnunum hjá PAZ og so fáa vit eina serstakliga stutta politiska greining av tíðindafundinum eftir ríkisfundin í vikuni. Gestir eru Laila Mote, listakvinna og arkitektur, Rannvør Fríða Eyðunsdóttir, lesandi, og Sólfinn Danielsen, sum eigur og rekur handilin og barrina Rødder & vin.  Eisini hava vit stutta vitjan av Barbaru Holm, ábyrgdarstjóra í Frihedsbrevet, umframt at vit hoyra málið í Una Leitisstein Hansen, heimasíðuredaktøri og vertur í sendingunum Leitisstein og Plátupanelið. Vertur í Frímælt er Rólant Waag Dam.See omnystudio.com/listener for privacy information.