79. Føroya fyrsta MeToo-mál og horvna verkakvinnan

Frímælt - En podcast av Frihedsbrevet Føroyar - Fredagar

Hetta er næstseinasti parturin av Frímælt, sum er ókeypis. Ein ókeypis partur kemur fríggjadagin 14. mars. Eftir tað ber bara til at hoyra Frímælt, um tú heldur Frihedsbrevet. Femifagnaður er hesa vikuna, Kvinnudagur er leygardagin 8. mars og tað fyllir nógv henda partin, har vit eisini nema við søgurnar á Landssjúkrahúsinum og sexsjikanu har, og murtamyndirnar, sum borgarstjórin í Sunda kommunu hevur sent kvinnum, áðrenn hann gjørdist borgarstjóri. Vit tosa eisini um onnur tiltøk, sum eru, og spyrja, hvar verkakvinnan bleiv av í Femifagnaðinum og á Kvinnudegnum. Gestir eru Sonja Jógvansdóttir, samfelagsfrøðingur, Marianna Winther Nagata, tónleikari, og Barbara Holm, ábyrgdarstjóri í Frihedsbrevet. Vertur er Rólant Waag Dam.See omnystudio.com/listener for privacy information.