78. Opið stríð millum abbar í KVF og Norðlýsinum

Frímælt - En podcast av Frihedsbrevet Føroyar - Fredagar

Opið stríð hevur tikið seg upp millum Steintór Rasmussen, tónleikara, og Eyðfinn Jensen, tónleikasamskipara í Kringvarpi Føroya, nú Spæl føroyskt vika er og Ársins útvarpshitt skal veljast. Stríðið byrjaði sum ein tráður á Facebook, flutti seg inn í sendingina Skratsj í almenna Kringvarpi Føroya og síðani í sendingina Komið øll við hjá privata miðlinum Norðlýsið. Vit hyggja nærri at hesum, at Spæl føroyskt vikuni og FMA, har tey hava kunngjørt, hvørji eru í uppskoti at vinna virðislønir til tiltakið, sum verður í Varpinum um tríggjar vikur. Eisini tosa vit við Fríða Djurhuus, sangara í Joe & The Shitboys, nú tað er komið fram, at føroyski punkbólkurin skal hita upp fyri Iggy Pop í Onglandi í næstum. Og so venda vit eisini málinum um Dennis Holm, sum enn var landsstýrismaður í fiskivinnumálum, tá parturin varð tikin upp, men sum seinnapartin hósdagin 27. februar fór frá. Gestir eru Marianna Winther Nagata, skrivari í Tónleikasambandi Føroya og samskipari av FMA, Heri Wang Danielsen, lesandi og kjakari, og Jan Lamhauge, journalistur. Vertur er Rólant Waag Dam.See omnystudio.com/listener for privacy information.