77. Tá fýra menn møttu upp hjá Jenisi á miðjari nátt

Frímælt - En podcast av Frihedsbrevet Føroyar - Fredagar

Hallur av Rana er journalistur í Kringvarpi Føroya, men hann er eisini sonur Jenis av Rana, formann í Miðflokkinum, sum fólk elska - og elska at hata. Í Frímælt hesa ferð tosa vit um, hvussu tað er at vera barn hjá einum politikara. Tað gera vit, tí hetta tosa Jørgen Niclasen og Høgni Hoydal um í nýggja poddvarpinum hjá Fólkaflokkinum, sum eitur Fólkapoddurin. Vit tosa eisini um PAZ, nýggju matstovuna hjá Poul Andriasi Ziska, sum letur upp mitt í Havnini í apríl. Poul Andrias Ziska vitjar Frímælt og greiðir frá. Vit tosa um Tjarnir og listina uttanfyri nýggja føroyska stoltleikan, sum skal savna tjóðina um bæði mentan og ítrótt.  Umframt Hall av Rana og Poul Andrias Ziska er Høgni Mohr, ið saman við øðrum eigur og rekur klædna- og lívsstílhandilin Bob & Marilyns, eisini gestur í Frímælt hesa ferð. Vertur er Rólant Waag Dam.See omnystudio.com/listener for privacy information.