76. §266b, Sirið á TikTok og Melodi Grand Prix

Frímælt - En podcast av Frihedsbrevet Føroyar - Fredagar

Jóhanna Norðberg Niclasen vitjar Frímælt, nú hon skal vera við í danska Melodi Grand Prix, og vit fara við henni aftur um leiktjøldini, nú tað eru tvær vikur til, at sangkappingin verður í danska sjónvarpinum. Vit tosa eisini um, hvat hendir við Sirið Stenberg, forkvinnu í Tjóðveldi, á TikTok. Er tað eitt gott hugskot ella eitt stórt sjálvmál.  Dómarnir í Føroya rætti um brot á §266b verða eisini viðgjørdir, eins og málið um sexchikanu á Landssjúkrahúsinum eisini verður vent - hesa ferð í framhaldi av einum lesarabrævi, sum Sigga-Maria Hjalmarsdóttir Højgaard hevur skrivað og sum verður at lesa í Politiken, ið snýr seg um at vera við barn og leita eftir starvi. Gestir eru í Frímælt hesa ferð eru Jóhanna Norðberg Niclasen, tónleikari, Sigga-Maria Hjalmarsdóttir Højgaard, pedagogur og rithøvundur, og Rannvør Fríða Eyðunsdóttir, poddvarpsvertur og lesandi. Vertur er Frímælt er Rólant Waag Dam.See omnystudio.com/listener for privacy information.