74. Sjórænaraball og Føroya láturligasta rættarmál

Frímælt - En podcast av Frihedsbrevet Føroyar - Fredagar

Vit eru við beinleiðis úr Nólsoy, tá sjórænararnir koma í land og verða fagnaðir, eftir at teir komu aftur úr Føroya rætti uttan nakra revsing. Durita Fagradal Augustinussen er á staðnum og greiðir frá í Frímælt. Vit venda eisini forfólkaumfarinum, sum var í sjónvarpinum týskvøldið - tí semjan er bæði stór og breið, men er hon meiri ítøkilig enn tað, at mann er samdur um at vera samdur? Og so runda vit av við Gev mær tínar pengar, poddvarpsrøðini hjá Frihedsbrevet, har síðsti partur í sesong II kom út í vikuni. Gestir eru Elsa Maria Magnusardóttir Olsen, samfelagsfrøðingur, Barbara Holm, ábyrgdarstjóri í Frihedsbrevet, og Jan Vestergaard, sjómaður á Finni Fríða. Vertur er Rólant Waag Dam.See omnystudio.com/listener for privacy information.