66. Fólksins rødd, brúsandi vín og blóð í ánna
Frímælt - En podcast av Frihedsbrevet Føroyar - Fredagar

Hetta er partur nummar 100 av Frímælt, sum kemur út. Hetta verður hátíðarhildið við brúsandi víni og víni uttan brús í Rødder & Vin hjá Sólfinni Danielsen á Ravnsborggade í Keypmannahavn. Vit tosa kappbjóðingina, sum fer fram millum føroyskar festivalar í hesum døgum. Vit tosa um list av ymiskum slagi, bæði hjá Lailu Mote, Marco Evarissti og Marius DC. Vit tosa um Maggies og so runda vit Fólksins rødd av í Kringvarpi Føroya. Gestir eru Laila Mote, listakvinna, arkitektur og grafikari, Anna Sofía Holm Skoradal, tónleikari og lesandi, Kaj Joensen, samskiftisfólk fyri Sambandsflokkin á Fólkatingi, og Sólfinn Danielsen, sum eigur og rekur Rødder & Vin á Ravnsborggade á Nørrebro í Keypmannahavn. Vertur er Rólant Waag Dam. See omnystudio.com/listener for privacy information.