22. Ein eftirlýsing, ein umbering og nógvar seriur

Frímælt - En podcast av Frihedsbrevet Føroyar - Fredagar

Er tað at skjóta spurvar við kanónum, tá løgreglan eftir innbrot í Listasavn Føroya, fer alment út og eftirlýsir ein mann við eini mynd? Er tað í lagið, at pensjónsaldurin skal hækka - og hví tosar eingin um tað? Og hvørjar eru bestu seriurnar nakrantíð? Tað eru evnini í Frímælt hesa ferð, sum enn er eitt sindur rakt av fepri - hondbóltsfepri. Gestir eru Leivur Frederiksen, fyrstilærari á skúlanum á Velbastað, Sunva Eysturoy Lassen, fotografur, og Jan Lamhauge, journalistur. Vertur er Rólant Waag Dam.  Niðanfyri er eitt yvirlit yvir røðirnar, sum luttakarnir í Frímælt viðmældu. Uni Leitisstein Hansen skuldi vera við í Frímælt, men fekk forfall og sendi inn sín lista. Jan, sum loysti Una av, hevði bara tíð at finna tríggjar røðir fram, meðan Sunva hevði eina røð av serium, sum hon ikki hevði raðfest - tað gjørdu hinir. Rólant:The Sopranos Top BoyMad MenBreaking BadHouse of Cards Leivur:Black AdderFrasierAfterlifeDagGreyzone Uni:Breaking BadBand of BrothersTrue Detective Twin PeaksStranger Things Jan:Twin PeaksGame of ThronesBreaking Bad Sunva:SuccessionMy So-Called Life24Peaky BlindersBig Little LiesMad MenHouse of CardsKilling EveFelicityTornfuglarnirSee omnystudio.com/listener for privacy information.