12. Serliga samkoman Nardus, serligi sjúkrahússangurin og serliga røðan hjá serliga listamanninum

Frímælt - En podcast av Frihedsbrevet Føroyar - Fredagar

Frímælt ruddar møguligar misskiljingar av vegnum um ein sang, sum koyrir sína sigursgongd á netinum í hesum døgum, meðan gestirnir og verturin siga sína hjartans meining um lagið. Vit tosa eisini um eina heilt serliga samkomu í Føroyum, sum Frihedsbrevet hevur varpað ljós á við greinum og poddvarpi hesa vikuna, umframt at vit eisini hoyra ljóðbrot úr einum møti, har ein elstibróður talar. Eitt annað evni er ein serlig røða, sum listamaðurin Ole Wich helt í sambandi við, at ein framsýning við honum lat upp í Listasavni Føroya. Í røðuni nýtti Ole Wich høvið til at langa út eftir Kinnu Poulsen, ummælara, men var tað betur ógjørt? Tað og annað mangt tosa vit um í Frímælt hesa ferð, har gestirnir vóru Kolbrún í Haraldsstovu, leiðari á plantudeildini á Tjóðsavni Føroya, Niels Uni Dam, stjóri í Nudlavirkinum, og Barbara Holm, ábyrgdarstjóri í Frihedsbrevet. Vertur var Rólant Waag Dam.See omnystudio.com/listener for privacy information.